Endamálið er at geva teimum, sum veita hesa tænastu í Klaksvíkar kommunu, og sum royna at liva av hesi vinnu, greiðari og betri karmar um virksemið.
Á henda hátt er ætlanin, soleiðis at tænastan til borgararnar verður betri, og tey vinnurekandi fáa betri vinnumøguleikar.
Eftir umbøn frá vinnurekandi hýruvognsførarum í kommununi samtykti býráðið at heita á Vinnumálaráðið um at seta í gildi hýruvognsreglugerð. Við kunngerð frá 28. desember 2010 setti landsstýrismaðurin í gildi standard hýruvognsreglugerðina í Klaksvíkar Kommunu.
Grein 14 í reglugerðini ásetur, at býráðið kann áseta nærri treytir í loyvinum um nýtslu av hýruvogninum, limaskap í hýruvognsstøð, eins og tað kann áseta reglur fyri tílíkar støðir, og eftir hoyring av teimum vinnurekandi samtykti býráðið á býráðsfundinum 22. mars 2011, hvussu hesi viðurskifti skulu skipast í kommununi.
Býráðið hevur samtykt, at skipanin verður sett í gildi við verandi tali av vinnurekandi. Tað vil siga, at allir verandi hýruvognsførarar halda fram undir nýggju hýruvognsreglugerðini, og at talið síðan so við og við verður regulerað sambært endamálinum við reglugerðini.