Nýggj rørleiðing í Botni

Rørleiðingin , sum veitir vatn úr Ryskivatni til elverkið í Botni, verður skift út. Arbeitt verður fyri einar ellivu milliónir krónur

Í Botni:Tann 44 ára gamla rørleiðingin úr Ryskivatni oman í Botn vestantil á Suðuroynni, verður nú skift út. Samstundis verður elektroniska og elektriska útgerðin inni á verkinum í Botni eisini skift.

Bjarki Hermansen, verkmeistari hjá elfelagnum SEV, sigur, at rørini, sum nú verða løgd, eru stálrør, sum eru 60 sentimetrar í diametur. Tey koma í staðin fyri stálfóðra betongrør, sum hava ligið síðan 1956. Tann fyrsta rørleiðingin varð løgd í 1921, sigur Bjarki Hermansen.

Samstundis sum nýggju rørini verða løgd, verða eisini stabbarnir, sum halda teimum, stoyptir av nýggjum, eins og nýtt hús verður stoypt har, rørið fer inn í fjallið beint undir Ryskivatni.

Umframt at rørleiðingin verður skift, verður øll tann elektriska og eleltroniska skipanin inni á sjálvum verkinum í Botni skift. Her er millum annað talan um fjarstýrisskipanina. Verkið í Botni er nevniliga ikki mannað longur, men verður fjarstýrt frá verkinum í Vági.

Tað er stórarbeiði at skifta slíka rørleiðing úr, sigur Bjarki Hermansen. Talan er um knappliga 700 metrar av røri, sum liggja upp í 230 metra hædd frá sjóvarmálanum. Rørini skulu leggjast, so hallið passar sera neyvt. Til at flyta og leggja hesi rørini hevur SEV nýtt tyrluna hjá Atlantsflogi, og hevur hendan skipan roynst sera væl, sigur Bjarki Hermansen, verkleiðari hjá elfelagnum SEV.

Rørini eru komin til landið liðugt sandblást og málað, og tað er umráðandi at fáa tey so óskadd sum gjørligt upp á pláss. Bjarki Hermansen metir, at um tey vóru flutt eftir jørð, kundi skjótt okkurt komið á tey. Tí er hesin flutningshátturin sera góður at hava at taka til, sigur hann. Hann vísir á, at SEV eisini hevur brúkt tyrluna til aðrar uppgávur, og at hon mangan hevur verið hent.

Samlaði kostnaðurin fyri arbeiðið, sum nú verður gjørt í Botni, fer at liggja um ellivu milliónir krónur, sigur Bjarki Hermansen. Rørleiðingin og tað, sum beinleiðis hoyrir henni til, fer at kosta sjey milliónir, meðan umvælingin inni á sjálvum verkinum fer at kosta fýra milliónir krónur, sigur verkleiðarin hjá elfelagnum SEV, Bjarki Hermansen.

Arbeiðið upp á sjálva rørleiðingina ger norska fyritøkan Møller Energi, sum eisini legði rørleiðingina norðuri á Strond fyri einum tveimum-trimum árum síðan. Tann leiðingin er av júst sama slagi sum hendan í Botni. Annað arbeiði í samband við rørleiðingina, so sum betong og slíkt arbeiði, ger Byggitek, meðan elfelagið SEV sjálvt ger tað elektriska og elektroniska inni á verkinum niðri í Botni.

Tað eru annars tvær rørleiðingar til verkið í Botni. Hendan úr Ryskivatni og so ein úr Vatnsnesi. Tann leiðingin varð løgd í 1965 og sandblást í 1989, sigur Bjarki Hermansen.

Hann sigur, at arbeiðið upp á rørleiðingina ætlandi verður liðugt um hálvan september. Arbeiðið inni á verkininum fer helst at verða eitt sindur drúgvari, men tey vænta tó hjá SEV, at verkið kann fara í gongd aftur, tá rørleiðingin er liðug.