Nýggj politisk heimasíða

Í morgin, hósdagin 25. august, verður ein nýggj føroysk heimasíða tikin í nýtslu.

Talan er um síðuna pol.fo <http://pol.fo> . Síðan kemur at hýsa føroyskum politikki og fer at virka sum ein pallur/sýnisgluggi bæði fyri valevni og veljarar. Á síðuni vera allir politisku flokkarnir umboðaðir umframt at valevnini eru tey, sum leggja út tilfarið. Sostatt verður nógv lættari hjá veljaranum at gera sær eina mynd av politiska landslagnum enn áður.

Yvirlýsingin hjá heimasíðuni er at stimbra føroyska fólkaræðið, skilt á tann hátt, at heimasíðan kemur at avlaga tær fíggjarligu og tíðaravmarkandi fortreytirnar, sum hava valdað, í størri mun. Soleiðis verður gjørligt hjá øllum valevnum at koma til orðanna og ikki minst verður tað lættari hjá veljaranum at taka støðu til, um hann skal seta sín kross við eitt ókent valevni.

Á heimasíðuna verða bæði sjónbond og valgreinar hjá valevnunum, sum tað verður gjørligt hjá veljaranum at viðmerkja, siga stigtakararnir.