Nýggj PFP fløga í heyst

-Vit ætla, at ein nýggj fløga skal koma út í heyst. Vit hava eisini tikið einstakar skitsur upp til nakrar sangir. Men eg tori tó einki at lova, slær Finnur Jensen úr Páll Finnur Páll fast. Tað hevur verið tosað um, at Páll Finnur Páll í næstum fara at útgeva enn eina fløgu. Nú váttar Finnur Jensen, ein av sangaranum í Páll Finnur Páll, at fløgan helst kemur í heyst.

 

Menninir í Páll Finnur Páll eru kendir fyri at spæla fúlar, frekar og fríar sangir, og spurningurin er, um komandi fløgan verður at meta við tær undanfarnu.

 

-Tað er torført at siga júst hvussu ljóðið verður hesaferð í mun til seinast, tá so nógv manglar enn at taka upp. Men eg haldi, at vit eftir hondini hava funnið ein tónlistarligan leist fyri hvat tekstirnir snúgva seg um, og hvussu ljóðið skal setast saman. Tað vil siga sterk melodisk rokk- og poppløg saman við tekstum við kanti í, greiður Finnur Jensen frá.

 

Rokka í Keypmannahavn

Komandi vikuskiftið skulu Páll Finnur Páll spæla í Føroyingahúsinum í Keypmannahavn.

 

Fyrireikararnir heita á fólk, um at møta tíðliga í Føroyingahúsinum, tí Páll Finnur Páll hava fyri vana, at fylla Føroyingahúsið áðrenn klokkan slær 00.

 

Eisini í Føroyum síggja vit mangan, at Páll Finnur Páll draga fólk til, og at dansistøðini fyllast rættiliga skjótt.

 

- Ein orsøk kann vera, at fleiri av útisetunum í danska høvuðsstaðnum eru fólk millum 20 og 35 ár. Við øðrum orðum hava fleiri teirra verið við okkum frá byrjan, so at siga, greiður Finnur Jensen frá.

 

Páll Finnur Páll hava verið ímillum bestu bólkar í Føroyum seinastu árini, og fjøldin hevur kókað hvørja ferð teir hava trivið í teirra longu røð av hittum. Men spurningurin er, hvussu leingið hittini hitta.

 

-Eg hugsi hvørja einastu ferð, um fólkini hava fingið nóg mikið av okkara tónleiki. Men higartil tykjast fólk ikki hava fingið nóg mikið. Og so leingi tey tíma, so tíma vit eisini, sigur Finnur Jensen.

 

Um vikuskiftið verður høvi at hoyra øll tey góðu hittini hjá PFP í Føroyingahúsinum, og møguliga okkurt nýtt lag.

 

-Fólk kunnu vænta eitt hugnaligt kvøld við góðum ballingar- og dansitónleiki. Vit spæla øll okkara 30 løg og kanska eini tvey nýggj afturat, sigur Finnur Jensen.