Á eykaaðalfundi fríggjadagin varð avgjørt at velja tríggjar nýggjar nevndarlimir. Teir eru Birgir Durhuus, sum dagliga arbeiðir í Den Danske Bank, Jan Evensen, sum starvast í útlendskum oljufelag og Diana Leo, sum arbeiðir hjá Dong. Hinir nevndarlimirnir eru Poul Mohr og Mortan Johannessen. Úr nevndini fóru Kjartan Hoydal, Óli Hammer og Peter Even Djurhuus. Nevndarbroytingin varð eftir kravi frá fíggingarstovnum og varð ein orsøkin torføra støðan hjá felagnum at fáa endurfíggjað skuld. Nýggja nevndin skipaði seg við Birgir Durhuus sum formanni og Poul Mohr sum næstformanni á fundi leygardagin. Síðani er eisini broyting gjørd í leiðsluni. Nýggjur stjóri er Sigurð í Jákupsstovu. Hann skal hava leiðsluna í felagnum saman við forstjóranum Wilhelm Petersen.