Milan Pejcic, Ikechukwu Onyema ? vanliga róptur Ike ? og Ricardo eru millum nýggju nøvnini í hópinum hjá 07 Vestur, sum av álvara er farið undir fyrireikingarnar til komandi kappingarár.
Miðvallarin Milan Pejcic spældi í farna kappingarári við NSÍ. Hann fekk ikki sáttmálan longdan og roynir seg nú hjá uppflytarunum.
Ike, sum er framherji, spældi í fjør við AB og hevur eisini fyrr spælt við í NSÍ, men hevur nú gjørt av at royna seg í Vágunum.
Nýggjur maður á miðvøllinum er brasilianski Ricardo, og verjuleikarin Torkil Kollsker hevur skift úr HB til 07 Vestur.
Serbin Jovan Radionovic Panic og póllendingurin Andrezj Stretowicz, sum í fjør stóðu seg væl, halda ikki fram. Teir eru farnir aftur til heimlandið.