Nýggj miðstøð fyri ferðavinnu í Vestmanna

Vestmenningar bróta upp úr nýggjum innan ferðavinnuna og byggja nú fyrstu miðstøðina av sínum slagi í Føroyum.

Gongst sum ætlað fer eitt nýtt turistsentur at standa klárt í Vestmanna um slakar tríggjar mánaðir.
Nú er longu nakað síðani, at partafelagið Vestmanna Tourist Center og Vestmanna Timburhandil skivaðu undir sáttmála um bygging av hesari miðstøðini. Bygningurin, sum stendur á havnalagnum inni á Fjørð skal standa liðugur 1. apríl og skal takast alment í nýtslu 1. mai.
- Vit hava verið nakað tarnaðir av veðri, men vit vænta kortini at tíðarætlanin fer at halda, sigur stjórin á sentrinum, Louis Kristensen Sosialin
Hann dylir ikki fyri, at hann er sera spentur uppá henda bygningin. Orsøkin til hetta er, at hetta er fyrsti bygningur av siínum slagi í Føroyum.?

Strømm tíðarætlan
Samlaða víddin av bygninginum er umleið 230 fermetrar, harav matstovan er 70 fermetrar. Sitipláss eru til eini 70 fólk.
Ætlanin er at hava matstovu, kunningarstovu og sølubúð á 1. hædd. Henda hæddin skal gerast fyrst liðug, áðrenn farið verður undir 2. hædd.
- Orsakað av teirri strammu tíðarætlanini verður henda hæddin tó ikki liðug fyrrenn komandi summar, sigur Louis Kristensen.
Stjórin í Vestmanna Timburhandli, Óli Hansen sigur, at víst er tíðarætlanin knøpp, men hon fer kortini at halda.
Teir smíða elementini til bygningin inni í høllini í Timburhandlinum, samstundis sum betongarbeiðið verður gjørt uttandura.

Góð plasering
Hetta er sum nevnt fyrsti bygningurin av slíkum slagi í Føroyum, og tí verður við spenningi sæð fram til dagin, tá virksemið byrjar í summar.
Tá virksemið er komið í hæddina fara væntandi eini 5 fólk at arbeiða har um summarið. Søkt er eisini um skeinkiloyvi.
Bygningurin verður sum nevnt bygdur inni á Fjørð í Vestmanna. Hetta er ein góð plasering, tí hann liggur bert eitt hanagleiv frá staðnum, har bátarnir fara undir Vestmannabjørgini.