Nýggj matstova á Hotel Føroyum

Matstovan á Hotel Føroyum er latin upp í nýggjum hami

Matstovan á Hotel Føroyum er latin upp í nýggjum hami. Staðið og ikki minst útsýnið er tó framvegis tað sama, men hølini hava ongantíð verið snotiligari.

Mastovan er opin á miðdegi við nøkrum lættum rættum, og so er opið aftur um kvøldið við eini nýggjari matskrá.