Í gjár lat nýggja matstovan, Zitouna, upp í Havn. Tað er Erik Johansen, sum eigur nýggju matstovuna Nýggja matstovan heldur til í hølum, har Patio fyrr var í Niels Finsensgøtu beint niðan fyri bilstøðina AUTO.
Erik Johansen hevur eisini Carthage í gomlu Hvítu Kiosk á hornini Sjúrðargøta, Niels Finsensgøta yvir av Sjónleikarhúsinum, sum heldur fram sum fyrr.
Nýggja matstovan hýsir umleið 40 gestum.