Tíðindaskriv
Restorffs Bryggjarí fer nú at lata upp útsølu á Tvøroyri í samstarvi við T F Thomsen AS. Óla Svenn Nolsøe og Johan Mortensen eru báðir hálvir Tvøroyrarmenn og er tað teimum ein serlig gleði nú at kunna bjóða Tvøroyrarfólki og norðara parti av Suðuroynni betri framleiðslur enn tey eru von við. Frammanundan hevur Restorff útsølu í Vági. Restorf luttekur á stóru sølustevnuni sum verður komandi vikuskifti í Vági.
Nýggja ølið VARGURIN sum var presenteraður fyri 300 fólkum í Havn seinasta fríggjadag er vorðin væl umtóktur kring alt landið.Kennarar meta hann at vera av besta bjóri sum er framleitt í Føroyum. Eisini kvinnur dáma hann sera væl.