Nýggj lánsbrævarøð frá landsstýrinum

Lánsupphæddin skal brúkast til at afturgjalda lánsbrøv, sum fella til gjaldingar Føroya Landsstýri gevur út nýggja lánsbrævarøð, 5,25% Føroya Landsstýri 2008/2009. Lánsbrøvini verða lista 24. november 2008 á NASDAQ OMX Iceland hf. og NASDAQ OMX Copenhagen A/S.

Tað sigur Landsbankin í tíðindaskrivi.

Lánsupphæddin er 974 millónir krónur, og verður peningurin brúktur til at afturgjalda lánsbrøv, sum falla til gjaldingar sama dag. Lánið er eitt 1-ára lán og fellur til gjaldingar 24. november 2009.

Útgávan er fyrireikað av Landsbanka Føroya og Nordea Bank. Eik Banki og Føroya Banki eru co-managers.

Nordea Bank, Eik Banki og Føroya Banki standa fyri søluni, og verða lánsbrøvini seld í Føroyum og uttanlands, sigur Landsbankin.