Vinnumálaráðið skrivar á heimasíðuni, at lógaruppskotið byggir á somu meginreglur sum vanlukkutryggingarlógin, tó so, at munandi broytingar eru gjørdar, m. a. at hugtakið arbeiðsskaðar verður víðkað, og at heimilaðu veitingarnar verða víðkaðar. Broytingarnar hava við sær, at fleiri arbeiðsskaðar verða fevndir av lógini, og at endurgjaldið fyri arbeiðsskaðar verður hægri.
Ætlanin er, at nýggja lógin skal koma í gildi 1. januar 2007, og fer hon tá at avloysa galdandi lóg á økinum, vanlukkutryggingarlógina, sum lítið og einki er broytt síðani hon kom í gildi í 1966.
Hoyringsfreistin er sett til 18. september 2006.