Dánjal Højgaard
Um eitt ár skuldu allir bilførarar í Føroyum eftir ætlan havt nýtt koyrikort. Tey gomlu koyrikortini skulu skiftast út við eitt nýtt ES-líknandi koyrikort í seinasta lagi 31. desember 2000.
Men longu nú er greitt, at freistin fer neyvan at halda, og at onkur av okkum tískil fer inn í 2001 við tí gamla koyrikortinum.
Orsøkin er tann, at arbeiðið at skifta koyrikortini út hevur verið meira umfatandi enn upprunaliga mett.
Higartil eru eini 15.000 nýggj koyrikort skrivaði út. Tá kunngerðin um umbýti av koyrikortum varð lýst fyri fáum árum síðani varð mett, at tilsamans eini 25.000 koyrikort skuldu býtast um.
Eftir øllum at døma fer tað ikki, at bera til at skifta tey seinastu 10.000 kortini út eftir bert einum ári. Tískil má freistin helst toyggjast nakað, sigur Jákup Jacobsen, stjóri á Bileftirlitinum.
Koyrikortini í Føroyum verða skift út eftir eini serligari mannagongd, sum Bileftirlitið umsitir.