- Tað eru at kalla eingir trupulleikar við turbulensi á Glyvursnesi.
Tað staðfestir ein nýggja kanning, sum Landsverk fer at kunngera í næstum.
Tað verður meiri og meiri greitt, at besta plássið í Føroyum at gera flogvøll, er á Glyvursnesi sunnanfyri Havnina.
Áður hava kanningar longu staðfest, at hvat vindi og veðri viðvíkur er Glyvursnes best hóskandi staðið í Føroyum at gera flogvøll.
Kanningar hava eisini staðfest, at onganstaðni í Føroyum ber til at gera so langan vøll, sum á Glyvursnesi, tí har kann vøllur gerast, sum er heilt upp ímóti 3000 metrar langur.
Har er eisini møguleiki fyri at gera ein krossvøll.
- Og nú vísa nýggjar kanningar somuleiðis, at eisini hvat turbulensi viðvíkur, er Glyvursnes best hóskandi staðið til flogvøll í Føroyum, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki.
Hann leggur afturat, at hetta kemur ikki óvæntað, tí tey hava leingi havt varhugan av, at trupulleikarnir við turbulensi eru mestsum eingir á Glyvursnesi, men nú er tað so beinleiðis staðfest í eini kanning.
Hendan kanningin er ikki almannakunngjørd enn, men tað verður hon í næstum.
Ringast í Vágum
Ewald Kjølbro sigur, at Landsverk hevur havt veðurfrøðingar og aðrar serfrøðingar, sum eisini eru kønir í flogvallum og flogvallarviðurskiftum, uppi í kanningunum.
Kanningin byggir á vindmátingar, sum eru gjørdar yvir fleiri ár og út frá teimum eru so teldusimuleringar gjørdar, sum vísa turbulensin.
- Vit hava kannað turbulensin á trimum støðum og tað er í Vágum, á Glyvursnesi og í Søltuvík, har talan eisini hevur verið um at gera flogvøll, sigur stjórin á Landsverki.
Niðurstøðan av kanningini, er, at trupulleikarnir við turbulensi eru størstur í Vágum.
- Tað hava vit í veruleikanum eisini vitað alla tíðina, men nú er tað so staðfest.
Í Søltuvík er beinleiðis vandamikil turbulensur á ávísum ættum, tí tá er turbulensurin beint har, flogfarið skal lenda.
- Hinvegin eru at kalla ongir trupulleikar við turbulensi á Glyvursnesi, tí har er so frítt fyri allastaðni.
Best á Glyvursnesi
Samanumikið vísa tær kanningar, sum eru gørdar, at í øllum Føroyum er tað á Glyvursnesi, at tað ber til at fáa tann besta flogvøllin, sigur Ewald Kjølbro.
- Á Glyvursnesi ber til at gera ein vøll, har tað ber til at lenda og fara á flog í at kalla púra ongum sýni.
Hinvegin setir fjallalendi í Vágum krøv til sýnið sum tarna flúgvingini í mjørka.
Men nú er flogvøllurin í Vágum bygdur út. Er so ikki alt tos um nýggjan flogvøll parkerað í eini 25 - 30 ár?
- Kanska, men hetta er arbeiðið at kanna, hvar tað er frægast at gera ein framtíðar flogvøllur í Føroyum, varð sett út í kortið í 2004 og tað hevur hildið fram síðani
Nú eru so tær síðstu kanningarnar eftir og tað er at gera eina búskaparliga kanning, sum skal vísa, hvussu ein flogvøllur gagnar ferðafólki, vinnulívið og samfelagnum sum heild.
Ta kanningina fer Landsverk undir nú.