Eitt samdøgur eftir at Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, skrivaði út val til Fólkatingið, hava danskir fjølmiðlar longu almannakunngjørt fleiri veljarakanningar.
Tann seinasta, sum Epinion hevur gjørt fyri kringvarpið DR, vísir, at meiri enn helmingurin av veljarunum ætlar at atkvøða fyri einum av andstøðuflokkunum. Av teimum spurdu svara 53,5 prosent, at tey ætla at atkvøða fyri andstøðuni, og 46,5 prosent siga, at teirra atkvøður fara til stjórnina og hennara stuðulsflokkar.
Í Fólkatinginum gevur hetta úrslitið andstøðuni 93 tinglimir og stjórnarflokkunum og teirra stuðlum 82.
Í kanningini spurdi Epinion 1.551 útvaldar danir, og kanningin er tí tann best umboðandi higartil í hesum valstríðnum, skrivar DR.










