Nýggj kanning: Óerlig lesandi vilja arbeiða í fíggjarheiminum

Lesandi, sum vilja arbeiða í fíggjarheiminum, hava størri lyndi til at vera óerlig

Lesandi, sum vilja arbeiða í fíggjarheiminum, hava størri lyndi til at vera óerlig. Tað vísir ein nýggj donsk kanning, sum er gjørd av fýra granskarum frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Tey lesandi, sum eftir lokna útbúgving fara at arbeiða í almenna geiranum, eru fyri tað mesta erlig. Men tað eru tey ikki, sum ynskja sær starv í fíggjarheiminum.

 

Tey fólkini, sum vóru við í kanningini lesa jura, búskap og stjórnmálafrøði á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Í kanningini hava tey lesandi millum annað havt til uppgávu at gita úrslitið av einum terningakasti. Gittu tey rætt, fóru tey at vinna pengar. Snildni í kanningini var tó, at tey lesandi bert skuldu avdúka teirra git, eftir tey høvdu tveitt terningin og sæð úrslitið. Á hendan hátt kundi tey vandaleyst siga sama tal, sum terningurin vísti, heldur enn teirra egna git, og soleiðis fáa vinningin óansæð um tey gittu rætt ella ikki í veruleikanum.

 

Í spælinum gjørdu granskararnir sær dælt av, at kjansurin fyri at raka rætt, tá ið ein skal gita eitt terningakast, er ein sættipartur. Granskararnir kundu sostatt ikki gera niðurstøður um hvønn einstakan persón í kanningini. Men statistiskt kunnu teir siga nakað um, hvussu stór óerligheit er í teimum ymsu bólkunum. Harumframt kunnu teir síggja, um tað er munur á teimum, sum vilja arbeiða í almenna geiranum og teimum, sum vilja arbeiða í tí privata.

 

- Vit eru komin fram til, at í Danmark er lyndi til, at tey mest erligu vilja arbeiða í tí almenna, meðan tey mest óerligu vilja arbeiða í tí privata, sigur Nikolaj Arpe Harmon, sum er ein av granskarunum í kanningini, við Ritzau.

 

Hann sigur víðari við Information, at tey, sum vilja arbeiða hjá tí almenna, snýta tíggju prosent minni enn tey, sum vilja arbeiða í tí privata. Fíggjarheimurin stendur sambært granskarunum ovastur á listanum yvir komandi arbeiðspláss hjá 20 prosent av teimum mest óerligu lesandi.

 

- Tað hongur væl saman við, at vit kunnu eygleiða, at tey óerligu verða motiverað av pengum, tá ið tey velja arbeiði, sigur Nicolaj Arpe Harmon við Ritzau.

 

/ritzau/