Í vikuni kom jólafløgan hjá Vestmanna Kirkjukóri út. Kórið hevur arbeitt við fløguni seinastu tíðina.
Nýggja fløgan kemur út í sambandi við, at tað eru liðin 35 ár, síðan kórleiðarin, Erla Olsen, byrjaði við einum barnakóri. Enn er onkur við, sum eisini var við frá byrjan.
Tá kórið var tvey ára gamalt - í 1979 - góvu tey út eitt kasettuband, sum varð sera væl móttikið.
Nýggja fløgan er ein jólafløga, sum heitið »Gleðilig Jól« eisini sigur. Løgini á hesi fløguni eru kendir jólasangir, sum eru útvaldir í samráð við kórlimirnar.
Nakrar solorøddir eru á fløguni, eitt nú Bergtórur Bjarkhamar, prestur í Hvalvík, Birita Poulsen og Hervør Heinesen.
Upptøkurnar í Vestmanna kirkju hevur Pauli Magnussen gjørt, og Ann-Mari Egholm hevur teknað og lagt til rættis fløguhúsan.