? Tað er heilt vanligt í øðrum londum, at andstøðan fær játtaðan pening til at gjalda serfrøðingum at gera sínar egnu kanningar, tá álvarsmál eru fyri. Til dømis kenna vit hetta úr Danmark, har tey, ið eru ímóti ES fáa somu sømdir at gera kanningar, sum samgongan, ið er fyri.
Við hesum viðmerkingum tekur Jóannes Eidesgaard fult undir við uppskotinum, sum Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur kom við í samrøðu við Sosialin í gjár. Jógvan Mørkøre heldur nevniliga, at einasti møguleiki fyri at lyfta kjakið um ríkisrættarligu støðu Føroya longur upp, er at lata andstøðuna fáa somu heimildir at gera sítt kanningararbeiði, sum samgongan. Og skjýtur hann í hesum sambandi upp, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fáa pening játtaðan til at gera sína egnu hvítbók.
Eitt stig ov seint
Nú er orðaskiftið um Hvítubók og fullveldisætlanina farið í gongd, og harmast Jóannes Eidesgaard um, at andstøðan ikki fyri langari tí síðani hevur fingið tær sømdir frá samgonguni, sum samfelagsfrøðingurin tosar um.
? Vit hava havt fólk til at gjørt okkara egnu kanningar. Men sjálvsagt eru tær ikki gjørdar eins nágreiniliga og umfatandi, sum Hvítabók og aðrar kanningar hjá samgonguni. Orsøkin til hetta er einføld. Vit hava rætt og slætt ikki ráð at gjalda serfrøðingum túsund krónur í tíman fyri at gera ymiskar kanningar fyri okkum. Harfturímóti hevur samgongan havt møguleika at nýta almennan pening til hetta endamál.
Jóannes Eidesgaard vísir á, at Høgni Hoydal fleiri ferðir hevur tosað um teir huldumenninir, ið hava gjørt ávísar kanningar fyri Javnaðarflokkin. Høgni vil hava at vita, um hesir veruliga eru til, ella Javnaðarflokkurin bert hevur funnið uppá teir, fyri at fáa serkunnleika at liggja aftan fyri grundgevingarnar.
Hetta heldur Jóannes Eidesgaard vera í so frekt. Javnaðarflokkurin hevur nevniliga roynt at goldið nøkrum fáum serfrøðingum við egnum pengum, og tí er ikki neyðugt at sláa upp, hvørjir serfrøðingarnir eru. Formaðurin í Javnaðarflokkinum vísir á, at støðan hevði verið ørvísi, um serfrøðingarnir vóru alment løntir. Tá hevði eingin trupulleiki verið at almannakunngjørt, hvørjir serfrøðingarnir vóru.
Men hevði andstøðan fingið játtaðan pening beinan vegin samgongan fór undir Hvítubók, er Jóannes Eidesgaard ikki í iva um, at aðalorðaskiftið hevðir fingið sama fagliga støði, bæði frá andstøðu og samgongu. Sum nú er, hevur møguleiki ikki verið fyri hesum, og tí heldur hann, at samgongan má smyrja seg við at fáa heilt nágreiniligt svar uppá allan kritik av Javnaðarflokkinum.
Ikki heilt fyri ongum
Javnaðarflokkurin er tó, sambært Jóannesi Eidesgaard ikki heilt fyri ongum. Hann hevur roynt so væl, sum til ber, at gjørt sínar egnu fakligu metingar, og er flokkurin sannførdur um, at sjálvsstýrisuppskot Javnaðarfloksins er besta uppskotið upp á broyting av ríkisrættarligu støðuni.
Høgni Hoydal sigur í viðtalu við Sosialin í dag, at andstøðuflokkarnir eru vælkomnir at heita á landsstýrið, um okkurt er, ið teir ynskja at fáa gjøllari kannað í sambandi við fullveldismálið. Men Jóannes Eidesgaard tekur ikki av hesum tilboði.
? Vit kundu sjálvsagt hugsað okkum gjøllari kanningar, men vit fara ikki at biðja samgonguna gera tær fyri okkum. Tað er heilt burturvið, sigur Jóannes Eidesgaard, ið er fegin um, at ein av harðastu kritikkarunum av sjálvstýrisuppskoti Javnaðarfloksins, samfelagsfrøðingurin, Jógvan Mørkøre, nú vísir á, at flokkurin átti at havt fingið almennan pening at arbeitt við tí, so hann var á jøvnum føti við andstøðuna.