Bretsk-føroyski felagsskapurin Grindahvalur boðar í tíðindaskrivi í dag frá, at felagsskapurin er farin undir eina nýggja herferð í Føroyum. Endamálið við herferðini er at upplýsa føroyingar um vandarnar við at eta grind.
- Nú hevur felagsskapurin Grindahvalur sent út eitt upplýsandi rit til hvørt húsarhald í Føroyum, sum gevur meira vitan um vandarnar við vandamiklum eitrandi dálkingarevnum, sum hópast upp í føðiketuni, og soleiðis hótta grindahvalin og fólkini, sum eta hvalin, skrivar felagsskapurin í tíðindaskrivi.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at felagasskapurin ger vart við seg, men hevur felagsskapurin fyrr skipað fyri tiltøkum, ið skulu varpa ljós á vandarnar við at eta grind.
- Við ársbyrjan varð ein talvulýsing við dramatiskari yvirskrift sett upp í Tórshavn fyri at varpa ljós á ta hóttan, sum ídnaðarlig eiturevni eru fyri bæði hvalin og fyri tey folk, sum eta hvalin. Yvirskriftin er, ‘Ávaring: Eitraður!’ og ávarar, at ‘Grind kann skaða heilsu tína!’ Hon viðmælir, at folk eta meira fisk og ikki grindahval, fyri at liva heilsugott, skrivar felagsskapurin í tíðindaskrivinum.
Harumframt framleiddi felagsskapurin filmin Grindahvalur, har Sir David Attenborough hevði innleiðandi orðini, og sum varð frumframsýndur í Tórshavn í 2016 og hevur verið at sæð í Kringvarpinum.