Fløgan Chinese Democrazy hevur verið á veg í nógv harrans ár. Herfyri skrivaði danska blaðið Gaffa, at fløgan verður í handlunum í mars, men eingin tordi veruliga at trúgva hesum. Men nú eru sangirnir Twat og The Blues at finna ymsa staðni á alnetinum í lidnum líki. Hetta ger sjálvandi sannlíkindini fyri fløguútgávuni størri. Nakrar útvarpsstøðir hava ditta sær at spælt løgini, men eru beinanvegin vorðnar hóttar við sakarmáli av plátufelagnum hjá Guns N Roses. Eisini eru fleiri heimasíðir, ið hava havt sangirnar liggjandi blivnar latnar aftur.