Nýggj grundøki í Nes kommunu

Fólkatalið í Nes kommunu er vaksið skjótt seinastu árini, og vøksturin sær tíbetur út til at halda fram.

Súni í Hjøllum,

bygdaráðslimur



Á nýggjárinum búðu 1118 fólk í Nes kommunu, meðan tann 30. september vóru 1152 fólk búsitandi her í kommununi.

Seinnu árini eru fleiri nýggj sethús bygd. Eftirspurningurin eftir nýggjum grundøkjum er vaksin munandi, og tí hevur núsitandi bygdaráð avgjørt at gera nýggjan veg, sum bindur saman íbúðarøkini á Gadd og á Heygunum. Øll vegalongdin er umleið 700 metrar. Fyrsta byggistig, sum byrjaði fyri stuttum, er 160 metrar. Ætlanin er at halda fram soleiðis, at vit fáa umleið 300 metrar í ár. Vónandi fer nývalda bygdaráðið at vísa vilja til at halda fram við hesum arbeiði í komandi ári, tí her eru mong góð grundøki at fáa, samstundis sum ein tíðarhóskandi vegur verður gjørdur til útstykkingarøkið uppi á Gadd.

Nývalda bygdaráðið eigur eisini beinanvegin at taka støðu til útstykkingarøkið inni undir Nesinum. Bert fá grundøki eru eftir har. Neyðugt verður at velja, hvar og hvussu útbyggingarætlanin skal fremjast inni undir Nesinum.

Á fíggjarætlanini hjá Nes kommunu fyri 2001 er ætlanin at seta av 1,5 mió. krónur til nýggjar útstykkingar.