Nýggj framkomin tannlæknastova

Fríggjadagin 28. oktober var móttøka í nýggja bygninginum hjá Tannlæknastovuni í Dalatúni. Tríggir tannlæknar eiga og reka tannlæknastovuna, sum er sera framkomin við øllum tí nýggjasta innan tannlæknafakið

Eftir næstan 30 ár í leigaðum hølum er Tannlæknastovan í Brekkugøtu 8 nú flutt í nýggjan bygning í Dalatúni 19 í Havn.

Fitt av fólki vóru til móttøkuna í nýggja stásiliga bygninginum hjá Tannlæknastovuni í Dalatúni í Havn. Tað eru teir tríggir tannlæknarnir Marnar Gaard, Ísak Thomassen og Regin Eikhólm, sum saman eiga og reka Tannlæknastovuna.

Virksemið hjá tannlæknastovuni byrjaði í 1976, tá tannlæknarnir Marnar Gaard og Eyðbjørn Joensen, sum í dag er tannlækni í Vestmanna, lótu upp eina tannlæknastovu í 1976. Í 1978 kom Ísak Thomassen afturat, og í 1981 kom eisini Regin Eikhólm. Teir hava øll árini hildið til í Brekkugøtu 8.

Nýggja Tannlæknastovan í Dalatúni er ein ógvuliga framkomin tannlæknastova við øllum tí nýggjasta innan tannlæknafakið. Alt er gjørt eftir donskum normum. Staðið fyri tí tekniska hevur Jysk Dentalservice v. Kjeld Slot Nielsen.

Bygningurin er í trimum hæddun, har hvør hæddin er 130 fermetrar, og alt er innrættað. Í miðhæddini hava teir tríggir tannlæknarnir hvør sína tannlæknastovu, og á ovastu hæddini heldur tannrøktarin Jóna Petersen til, men har eisini pláss fyri einum tannlækna afturat. Í niðastu hæddini eru starvsfólkarúm, goymslurúm, maskinrúm og teknikkrúm v.m.

Tað er Ragna Michelsen, arkitektur, sum hevur teknað bygningin, Hans Vilhelm Lützen, byggimeistari, hevur staðið fyri byggingini, meðan Uni Patursson, ráðgevandi verkfrøðingur, hevur havt eftirlitið við byggingini. El-arbeiðið hevur Tummas Eli Hansen gjørt, og P/F Maria Poulsen hevur gjørt VVS-arbeiðið. Málaraarbeiðinum hevur Steinbjørn Zacharaissen, málarameistari, staðið fyri, og Eyðun Eyðunsson hevur havt gólváleggingina um hendur. Træsmiðjan hevur gjørt trappuna, sum má roknast sum eitt satt møbilstykkið, sigur ein av tannlæknunum, Regin Eikhólm.

Regin Eikhólm sigur, at teir eru sera væl nøgdir við húsið. Alt er sera væl úr hondum greitt. Tannlæknastovan liggur væl fyri í býnum við góðum parkeringsviðurskiftum, pláss er til 15 bilar.

Dagliga avgreiða tey millum 30 og 50 klientar. Tilsamans 12 fólk starvast hjá Tannlæknastovuni í Dalatúni, umframt tannlæknarnar og tannøktaran eru 8 klinikassistentar.


Myndatekstur: