Nýggj frímerki: Árabátur, smálomb og sjógæti

Í dag gevur Posta út nýggj frímerki, sum mynda ávikavist føroyska árabátin, smálomb og sjógæti.

Hin føroyski árabáturin hevur helst sín uppruna í smábátum hjá landnámsmonnunum. Føroyski árabáturin er sagdur at vera tað ítasta, hitt føroyska handverkið hevur skapað, og hevur hann sítt pláss millum teir vakrastu og mest fullkomnu bátar í heiminum.

- Frímerkjaarkið við níggju frímerkjunum vísir sjálvan árabátin umframt lutir, sum verða brúktir umborð. Edward Fuglø hevur teknað.

Posta vísir á, at seinast í apríl vísir mætasta og mest virðismetta várteknið seg.

- Øll - stór sum smá - gleða seg til hendingina. Vit kveita langtandi niðan í bøin, serliga har vit vita, at tey fyrstu smálombini plaga at koma. Og so brádliga stendur tað har – ársins fyrsta smálamb. Myndina hevur Marita Gulklett tikið.

Tað er ein sannroynd, sigur Posta, at allur fiskur og skeljamatur úr Norðurhøvum er sera vælsmakkandi og heilsugóður.

- Okkara streymviðurskifti, hitalag og gróður í okkara maritimu floru og faunu, geva optimalar vakstrarumstøður. Altjóða rákið innan gastronomi, har størri og størri dentur verður lagdur á uppruna føðivørur, ger seg nú eisini galdandi á okkara leiðum.

Posta sigur, at tey fýra frímerkini, sum ímynda sjógæti, vísa taskukrabba, tannkrabba, rækju og hummara. Astrid Andreasen hevur teknað.