Hvørt ár verða givin út sonevnd Europa-frímerki, har londini í Evropa geva út frímerki við felags evni. Í ár er evnið postbilar og frímerkini avmynda tveir postbilar, sum Posta brúkar til postflutning í dag.
Rottan, ið finst í Føroyum, er tann sonevndan brúna rottan (Rattus norvegicus) og føroyska músin, er tann sonevnda vestanmúsin (Mus domesticus)
Músin er helst komin til Føroya við landnámsmonnunum, meðan rottan kom við einum vraki, ið rak inn á Hvalba í mai 1768. Haðani eru hon farin um tað mesta av Føroyum. Tó eru nakrar oyggjar, har rotta ikki finst.
Allastaðni hevur verið roynt at avoyða rottu, tí at hon kann spjaða sjúku millum fólk og húsdjór. Hon gnagar allastaðni, og er hon til miklan ampa. Harafturat ger hon stóran skaða á fuglalívið í bjørgunum.









