Havnar Sjónleikarfelag fer í vetur at seta upp eina nýgjørda, sera áhugaverda, øðrvísi framførslu í Sjónleikarhúsinum. Hetta er ein ævintýraleikur, sum byggir á ævintýrið Tornarósa hjá brøðrunum Grimm.
Við dansi, tónleiki og leiki skapast ein hugtakandi »magisk« heildaruppliving fyri børn og vaksin.
Ætlanin er, at leikurin skal spælast í desembur 2009/ januar 2010.
Tað eru Elin á Rógvi, leikstjóri, og Jóna Thomsen, koreografur, sum í felag skapa ta listaligu myndina. Báðar hava tær nógvar royndir á baki og eru kendar fyri sín dugnaskap. Ikki minst tá tað snýr seg um børn og ung.
Ljóssetingin kemur í stóran mun at verða viðspælari í hesi uppsetingini, og tann uppgávun er latin upp í hendurnar á Árna Baldvinssyni, sum er kendur fyri sítt hegni á hesum øki.
Ævintýrabúnarnir gandar skræddarin í miðbýnum, Beinta Vilhelmsen, fram. Fyri tónleikinum, sum eisini er ein týðandi viðspælari, standa Ólavur Jákupsson og Jákup Wardum. Pallmyndina eigur Jóannes Gaard. Pall- & búnarekvisitørar eru Marjun Jóanesardóttir og Jóanes Andreasen.
Umframt hesi eru sjálvsagt eisini onnur fólk knýtt at tiltakinum. Leikarar og dansarar telja tilsamans 15 fólk.