Nýggj fløga frá Nephew

Tann fjórða fløgan frá Nephew kemur út á gøtuna Grundlógardagin í ár. Fløgan fær heitið Danmark/Denmark, og inniheldur eina røð av løgum ið vóru innspæld í 2008. Í skrivandi løtu verða løgini á nýggju fløguni tilgjørd av Carsten Heller, ið eisini er framleiðari av fløguni.

 

- Tá eg gekk á Journalistháskúlanum fingu vit altíð at vita, at ein altíð skal hava ein hvassan vinkul, og vita júst hvat tað er ein vil siga. Hendan fløgan er tó ikki so hvøss. Hetta er ein fløga sum tekur sær rættindini til at siga nakað um Danmark, uttan at hava ein serstakan boðskap, ella nakra serstaka niðurstøðu, sigur Nephew lagskrivarin Simon Kvamm, í einum tíðindaskrivi.

 

-Tað at verða danskari er ikki ein førleiki í sær sjálvum, men heldur ein linsa, og út frá hesari linsu kunnu vit meta um okkara egna lív. Á hendan hátt er fløgan nærmast grundað á boðskapin ?alt sæð við donskum eygum?. Løgini snúgva seg um at verða menniskju við eygum og oyrum, hjarta og heila, og fysiskt stødd í Danmark, sum liggur í Evropa, sum liggur í Heiminum, greiður Kvamm frá.

 

Tann nýggja fløgan kemur millum annað at hava løg sum ?Descendants og King Canute?, ?Sov For Satan Mand?, ?D.T.A.P (Decideret Træt Af Pis)?, ?Jesus Jesus?, ?Hurra!? og ?007 Is Also Gonna Die?, og kemur sum sum áður nevnt á gøtuna Grundlógardagin í ár.