Nýggj fløga at hoyra á Rás2

Aftaná tíðindini, sum verða kl. 11 verður Sigrid Sivertsen gestur á Rás2 Fløgan ?Oasubørn syngja? kom út Skírisdag. Talan er um eina barnafløgu, sum er eitt veruligt nýbrot samanborið við aðrar barnafløgur. Kórleiðarin Sigrid Sivertsen úr Hoyvík fer at greiða okkum frá fløguni, sum ikki hevur verið ein heilt ódýr verkætlan, har tað tónlistarliga eisini hevur verið vektað høgt. Ímillum kl. 11.10 og 11.50 fara vit eisini at hoyra fleiri sangir av nýggju fløguni ?Oasubørn syngja?.