Tað var í besta veðri, at flogfarið hjá Atlantsflogi lendi á sínum fyrsta vanliga rututúri úr Vágum til Stokkholm tíðliga hósdagin. Og nógv varð gjørt burtur úr á flogvøllinum, har ráðharri og umboð fyri Arlandaflogvøllin tóku ímóti ikki færri enn trimum landsstýrisfólkum, umboðum fyri Atlantsflog, ferðafólki og innbodnum
Farleiðin til Svøríki er ein nýggj roynd hjá føroyska flogfelagnum at røkka longur út. Við hesi farleiðini flýgur Atlantsflog uppá øll Norðurlond við undantaki av Finlandi.
Á samkomu í Arlanda beyð svenski samstarvsráðharrin í norðurlandamálum Christina Pehrsson føroyska flogfelagnum hjartaliga vælkomin til Svøríki. Hon ivaðist ikki í, at hetta fór at verða eitt sera kærkomið tiltak fyri bæði føroyingar og sviar. Hon segði, at føroyingar skulu vera so hjartaliga vælkomnir at vitja hennara vakra land, og hon var vís í, at sviar fóru at taka undir við hesum nýggja møguleika og vitja tað vakra oyggjalandið Føroyar.
Eisini Høgni Hoydal, landsstýrismaður helt røðu og hann helt fyri, at hetta var ein nógv tiltrongd farleið bæði fyri føroyingar og sviar. Hann metti, at Svøríki og sviar hava so nógv gott at bjóða føroyingum, at tað er í tøkum tíma, at Atlantsflog fer undir hesa nýggju farleið. Eisini Magni Arge, stjóri hevði orðið og seg seg vóna, at nýggja farleiðin fer at gagna báðum londunum. Sum nakað heilt serligt sang Eivør Pállsdóttir nakrar sangir.
Hini landsstýrisfólkini á ferðini vóru Bjørt Samuelsen, vinnumálaráðharri og Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri.
Flogið verður tvær reisir um vikuna umvegis Stavanger, hósdag og sunnudag.
Lesið meira í Sosialinum komandi dagarnar. Eisini Rás2 fer at hava frásagnir og samrøður frá hesi fyrstu ferðini til Svøríki komandi dagarnar. Sí somuleiðis stóra myndarøð frá fyrsta túrinum á Portalinum.