Hóast hann mest hevur gjørt vart við seg sum politikari seinasta árið, hevur Sjúrður Skaale eisini givið sær tíð til at hava tað stuttligt. Síðani einaferð í fyrrárið hevur hann arbeitt við skemtirøðini ”E elski Føroyar”, ið er ein satirisk lýsing av Føroyum og føroyingum anno 2008. Og í kvøld verður so tann fyrsti av seks pørtum at síggja í sjónvarpinum.
Kendir føroyingar
Í sendingini fara vit at hitta eina røð av nýggjum typum, tiknar úr føroyska gerandisdegnum, og sum tey flestu av okkum uttan iva kenna aftur á onkran hátt. Her hitta vit millum onnur tjóðveldismannin Harald, tann illa Sofus, einsamalla Niels, samkynda Kjartan, tey lekru Remi og Rosely, og smartu reportararnir Olgar og Randi. Eisini vera fleiri kendir føroyingar at síggja í sendingini, har teir spæla seg sjálvar, greiðir Sjúrður Skaale heldur loyndarfullur frá.
Men hvat er tað, sum ger skemt serliga væl egnað at lýsa okkum sjálvi?
- Føroyingar dáma fyri tað fyrsta rættiliga væl at flenna at sær sjálvum. Og tá vit flenna, taka vit uppá onkran máta betri ímóti tí, sum vit síggja og hoyra. Tað var vist Holberg, sum segði, at látur er meir filsosofiskur enn grátur, og tað haldi eg vera rættiliga beinrakið. So vónandi kann hetta skemtið geva okkum okkurt at hugsa um og kanska gera okkum eitt sindur klókari, sigur Sjúrður Skaale.
Typiskt føroyskt
Men sendingin skuldi helst eisini gjørt tað eitt sindur stuttligari at búgva í Føroyum við at vísa, at alt her heima ikki bara er neyð og elendigheit, sigur Sjúrður Skaale og sipar til heitið á sendingini, sum helst skuldi vent negativu fatanina av Føroyum eitt sindur á høvdið
- Øgiliga ofta siga fólk "typiskt føroyskt", tá okkurt ikki riggar, sum tað skal. Hvønn einasta dag gera fólk samanberingar við onnur lond, serliga Danmark, sum skulu staðfesta, hvussu elendigt alt er í Føroyum, sigur hann.
Sambært Sjúrða Skaale er sjálvsfatanin hjá nógvum føroyingum so negativ, at um onkur sigur seg elska Føroyar, so halda tey hann antin vera býttisligan ella ironiskan. Eftir hansara tykki er tað ikki landinum, tað er galið við, men hugburðinum hjá nógvum føroyingum.
- Nógvastaðni eru fólk jú stolt av og góð við sítt land, hóast tingini fungera nógv verri har enn í Føroyum. Og tað ger teirra land betri og stuttligari at vera í. Á sama hátt gera glaðir føroyingar Føroyar glaðari. Meðan súrir føroyingar gera Føroyar súrari. Og eitt endamál við ”E elski Førjar” er at minna á, at tað er sgu nógv í Føroyum, sum er stuttligt, sigur Sjúrður Skaale avgjørdur.
Har politikarin endar ...
Hóast onkur kanska kundi fingið ein illgruna, vissar Sjúrður Skaale um, at ongin ávísur politiskur boðskapur liggur í nýggju sendirøðini. Og hann er heldur ikki í iva, tá hann verður spurdur, hvar markið millum skemtaran og politikaran Sjúrða Skaale gongur.
- Skemtarin byrjar, har politikarin endar, og tey bæði hava ikki tað minsta við hvørt annað at gera. Annað er arbeiði, hitt er frítíðarítriv, sigur Sjúrður Skaale avgjørdur.
Hann minnir á, fólk neyvan heldur leggja ein politiskan boðskap í tað, tá sambandsmaðurin Kaj Leo Johannesen spælir við í einum fótbóltsdysti. Líka lítið hevur tað við politikk at gera, at tjóðveldismaðurin Sjúrður Skaale ger eina skemtisending.
"E elski Førjar"
Leikarar:
Sjúrður Skaale
Lív Reynheim
Elsa Maria Olsen
Bárður Persson
Jensina Olsen
Leikstjórn:
Elin á Rógvi
Upptøkur
Bjarni Rubeksen
Ljóð:
Eyðbjørn við Skipá
Pauli Magnussen
Ljóðviðgerð:
Regin Toftegaard
Grafikkur
Jóhannes Davidsen
Tónleikur:
Kári Jacobsen
Eyðfinn Jensen
Búnar:
Kristin Bæk