Nýggj føroysk met í HM

Føroysku svimjararnir, sum luttaka í HM í Melbourne í Avstrlia í hesum døgum, hava fingið sera góð úrslit. Í nátt vórú so trý av teimum enn einaferð í hylinum, og her spurdist meir enn eitt nýtt føroyskt met burtur úr.

 

Svimjararnir skuldu taka lut í tveimum kappingum í nátt, og fyrst vóru tað Jutta Thomsen og Mona Simonsen, sum skuldu royna seg í 200 m frí. Tær vóru endaðar í hvør sínum riðli, og tær megnaðu báðar at koma fyrst á mál. Tíðin hjá Juttu var eisini somikið góð, at hon setti nýtt føroyskt met í tíðini 2.10,81. Elspa Mørkøre átti gamla metið, sum var á 2.12,35. Mona kom á mál í tíðini 2.12,45. Tær báðar endaðu á ávikavist 66. og 73. plássi av 107 luttakarum.

 

Seinni í nátt skuldi Pál Joensen svimja 800 m frí. Hann kom á mál í tíðini 8.30,31, og svam hann sostatt næstan 20 sekund skjótari enn tilmeldingartíðin hjá honum. Hetta var eisini nýtt føroyskt met. Hann endaði nummar 34 av 46 svimjarum.

 

Úrslitini mugu metast at hava verið sera góð hjá føroysku svimjarunum, og hetta høvdu frásøgumenninir hjá stóru sjónvarpsrásini Eurosport eisini funnið útav. Teir høvdu m.a. hesa viðmerking um føroysku svimjararnar í gjár. - All together Faroe Islands are doing very, very well. So fólk leggja merki til góðu úrslitini hjá føroyski svimjarunum.