Á eykabýráðsfundi mikukvøldið samtykti býráðið at taka undir við teknisku nevnd at gera sáttmála við Gundurs Bussar um ein 7 ára sáttmála á kr. 18.9 mill. Tilboðið er væl lægri enn upprunatilboðið, m.a. tí at farið er yvir til smidligari og bíligari bussar, sum eisini eru betri egnaðir til okkara tronga vegakervi. Høvuðsbroytingin í nýggja sáttmálanum er, at nú er bert talan um ein høvuðsveitara við tveimum undirveitarum, í mun til 3 ymiskar høvuðsveitarar. Ferðaætlanin fyri Havnina er í høvuðsheitum tann sama, men bussambandið til bygdirnar í kommununi verður betri. Tænastan verður betri m.a. við 14 spildurnýggjum bussum, nýggjari elektroniskari teljiskipan og GPS útgerð. Við hesi betraðu útgerðini er ætlanin m.a. at fáa eina betri kunning og eina javna ferðafólkateljing, sum við dagførdum hagtølum kann menna bussleiðina til júst tann tørvin, ið kommunan hevur.
Tilgongdin til samtykta sáttmálan hevur verið drúgv, og sum forkvinna í teknisku nevnd hjá Tórshavnar býráð, og tískil avvarðandi av bussleiðini, fari eg at nýta høvið til at takka øllum teimum, sum hava verið við til at fáa málið um bussleiðina ígjøgnum; umsiting, sáttmálapørtunum, býráðslimum, teimum sum hava røkt bussleiðina seinastu árini og øðrum.
Sáttmálin um bussleiðina hevur verið ein tungur burður at fáa uppá pláss, og ringt hevur verið at gjørt øllum borgarum til vildar. Tað er heldur eingin loyna, at politisku bylgjurnar hava gingið høgt í hesum sparitíðum, og bussleiðin hevur staðið fyri skotinum; men tá samanum kom, eydnaðist tað at sannføra býráðslimir um, hvussu ómetaliga stóran týdning, ið bussleiðin hevur fyri kommuna. Serliga í hesum tíðum, tá ið fólk verða rikin út í arbeiðsloysi, er gott at hava eina álítandi, ókeypis bussleið.
Ein partur av samlaðu tørvsloysnini er bussleiðin í Havn, sum fekk øktan títtleika frá 2 til 3 ferðir um tíman, seinast ábøtir vórðu gjørdar á bussleiðina. Samstundis er umráðandi, at búfólkið í bygdunum fáa tað bussambandið, sum tørvur er á. Serliga hevur tað verið tey heimanfyri, á Velbastað og í Kirkjubø, sum hava havt eina sera vánaliga bussleið; sum er ein leivd frá fyrrverandi Kirkjubøar kommuna, ið ivaleyst helt seg gera tað so gott, við at binda seg til ein langtíðar sáttmála heilt fram til 2010. Men sjálvandi skulu tey heimanfyri ikki hava eina nógv verri bussleið, enn onnur í kommununi, hóast pjøssað hevur verið upp á gamla sáttmálan. Nú kunnu tey tí gleða seg til at verða javnstillað við aðrar borgarar í kommununi. Somuleiðis verður betrað um bussambandið til Kollafjarðar og Kaldbaks í tí við nýggja bussáttmálanum.
Eisini hevur tekniska nevnd samtykt at fara undir at byggja eina farstøð í Kirkjubø, og hesum tekur býráðið væntandi undir við á býráðsfundi hóskvøldið. Í farstøðini verða alment wc, við bestu møguleikum til rørslutarnaði, bíðirúm til bussferðandi og hvílirúm til bussjaførar. Henda ætlanin hevur verið leingi áleiðis, men her hava eisini ymsir snávingarsteinar verið, m.a. fornfriðingarmyndugleikar, men nú tykist tað mesta at verða komið uppá pláss. Tó er eftir at fáa fatur á undirlendinum frá Búnaðarstovuni, men hetta eigur ikki at vera nøkur forðing. Havandi í huga tey túsundtals ferðafólk, sum koma til bygdina um árið, so eigur ein góð fatan at vera hjá Búnaðarstovuni fyri, hvussu týdningarmikið tað er við eini farstøð í Kirkjubø er, sum partur av ferðavinnumøguleikunum í bygdini.
Marin Katrina Frýdal, býráðslimur fyri Tjóðveldi,
og forkvinna í teknisku nevnd
Tórshavnar býráðs