Nýggj bilfyritøka í Hvalvík

Ein nýggj bilfyritøka er latin upp í Hvalvík. Talan er um PL-stórbilar, sum umboðar Volvo lastbilar og bussar.

Tað var í fjør at avtala varð undirskrivað millum Volvo Lastvogne Danmark A/S og PL-stórbilar um at fyritøkan er umboð fyri Volvo lastbilar og bussar í Føroyum. PL-stórbilar er partur av fyritøkuni P/f Petur Larsen í Fuglafirði. Hóast PL-stórbilar er ein nýggj fyritøka, byggir hon á yvir 40 ára arbeiðsroyndir hjá hesi fyritøku.

Í nýggjum bygningi við havnalagið í Hvalvík er verkstaður, tænasta og eykalutagoymsla fyri Volvo lastbilar og bussar. Í sambandi við at nýggi verkstaðurin er latin upp, verður móttøka fríggjadagin 23. mars frá klokkan 15 – 17, har m.a. Jens Marni Hansen syngur og spælir.