Nýggj barnabók: Madonna takkar fyri seg

Madonna, Lotsa de Casha,
Týtt Anna Maria Reinert,
BFL, 2005
?????????
Hóast tú ert tann ríkasti í øllum heiminum, er eingin trygd fyri eydnu. Lotsa de Casha er handilsmaður og ríkasti - men eisini eydnuleysasti - maður í heiminum. Hann sannar ferð eftir ferð, at kærleiki kann ikki keypast fyri pening. Uttan mun til, hvussu stórar borgir hansara eru ella hvussu skjótt ross hansara renna, er og verður hann ein gamalt grenj, ið altíð er dapur í huga. Til hann brádliga fer undir eitt ótrúligt ævintýr... Hvat er loyndarmálið aftanfyri eydnu? Les søguna um Lotsa og tú verður klókari...
Madonna hevur hesu ferð valt úrmælingin Rui Paes at myndprýða bókina. Rui Paes er kendur um allan heim fyri sínar málningar, og Lotsa de Casha er fyrsta barnabókin, hann hevur myndprýtt.
Lotsa de Casha er fimta og fyribils síðsta barnabókin, ið Madonna skrivar. Um hvørjar tær størstu avbjóðingarnar eru hjá børnum í dag, sigur Madonna:
? Børn gerast so skjótt vaksin nú á døgum, tí tey fáa upplýsingar um alt so skjótt og alla tíðina. Størsta avbjóðingin hjá børnum og foreldrum er at halda fast í barndómin. Tað er eitt gott hugskot viðhvørt at sløkkja sjónvarpið, tosa við børnini ella lesa fyri teimum. Tey hava so nógvar møguleikar fyri undirhaldi, men vit eiga aldri at gloyma at bara vera saman við teimum, sigur hon.