BÓKAÚTGÁVA
Verkætlanin við bókini varð sett í gongd, eftir at Føroyar høvdu skrivað undir Agenda 21-samtyktina hjá ST í 1992, sum millum annað umfatar varðveitsalu og skráseting av lívfrøðiligum margfeldi. ((-Bókin er ein støðumynd av lívfrøðiliga margfeldinum í føroysku náttúruni, og tí er hon tað besta grundarlagið, ið vit í løtuni hava fyri at meta um støðuna hjá plantum og djórum í Føroyum. Tí skuldi hon verið eitt gott grundarlag hjá politisku myndugleikunum, tá ið tjóðarætlanir skulu gerast, ið hava til endamáls at varðveita lívfrøðiliga margfeldið í Føroyum, sigur Anna Maria Fosaa, sum er formaður í ritstjórnini. ((Tað er Føroya Skúlabókagrunnur, sum gevur bókina út, og Helena Dam á Neystabø, leiðari, sigur, at bókin er okkara íkast til hesa heimsumfatandi støðumynd. ((Magnus Gaard hevur samskipað og verið skrivari í verkætlanini Føroya Náttúra, og Marjun Simonsen hevur verið málsligur ráðgevi. Ein heilur hópur av orðum eru skapt og fyri fyrstu ferð brúkt í hesi bók. ((Føroya Náttúra verður løgd fram á almennari samkomu í Framsýningarhøllini hjá Náttúrugripasavninum á Debesartrøð í morgin kl. 15