Tað var týsdagin í hesi vikuni, at tv2.no skifti orð við Gro Eriksen (62), sum heldur, at hon sá norsku, Anne-Elisabeth Hagen, á baksetrinum í einum reyðum BMW X3 hin 31. oktober í 2018. Hetta er nevniliga dagurin, tá ríkmanskonan sporleyst hvarv úr heimi sínum í Lørenskog, meðan maður hennara, miljarderurin, Tom Hagen, var til arbeiðis.
- Kvinnan stardi upp á meg. Hon var bleik, og eg upplivdi í hennara eygnabrái, at hon var ógvuliga skakað, segði Gro Eriksen við tv2.no. Men, tað var ikki fyrr enn hon í síðstu viku sá eina sending hjá tv2.no - Åsted Noreg - at hon skilti, hvat tað var, hon hevði verið vitni til.
Henda dagin var ein onnur kvinna í sendingini - Ásted Norge - sum hevði sæð sama bil og somu kvinnu á baksetrinum í býnum Ås, nær Oslo, hin 31. oktober í 2018 - júst dagin, tá norska ríkmanskonan hvarv.
Hin fyrra kvinnan, sum longu setti seg í samband við løgregluna í januar mánaði í fjør, segði, at tveir menn sótu framman í bilinum - og á baksetrinum sat ein kvinna, sum sjónarvitni helt seg síggja sat bundin á hendur.
Tá fyrra vitnið setti seg í samband við løgregluna í januar mánaði í fjør, hevði løgreglan bert havt eina avhoyring av henni í telefonini. Síðan hevði hon einki hoyrt aftur. Hetta vitnið helt seg síggja á munninum á kvinnuni, sum við purlutum hári og niðurbundnum hondum sat á baksetrinum, at hon rópti: "Hjálp mær!"
Nú hevur so norska kriminalløgreglan - Kripos - boðað Gro Eriksen frá, at tey ynskja at avhoyra hana um hendingina, sum hon var vitni til. - Tey søgdu, at tey høvdu sæð og hoyrt meg snakkað um reyða BMW-bilin, eg hevði sæð, á tv2.no.
Gro Eriksen sigur, at hon gleðir seg til at sleppa at siga løgregluni frá sínari uppliving. - Eg kendi ein lætta á mær, tá løgreglan setti seg í samband við meg. Eg veit jú, hvat eg havi sæð, og eg hevði ikki farið og fortalt um mína uppliving, um eg ikki var vís í tí, eg sá.
Hon vónar tískil, at eisini onnur, sum kunnu hava sæð nakað illgrunasamt í Ås henda dagin, kunnu seta seg í samband við løgregluna, og hon leggur aftrat, at hon hevur hugsað ógvuliga nógv um tað, hon sá henda dagin - og um Anne-Elisabeth Hagen.
- Eg eri jú rímiliga vís í, at tað var Anne-Elisabeth Hagen eg sá á baksetrinum í bilinum, men eg dugi bara ikki at ímynda mær, hvat tey gjørdu her í bilinum - og hví hetta hendi júst í Ås, sigur Gro Eriksen.
Norska løgreglan hevur áður sagt við tv2.no, at tey hava kannað BMW-sporið, men at tey ikki megnaðu at knýta ein slíkan bil til økið júst ta tíð, sum frásøgnin snýr seg um. Tey hildu heldur ikki, at tippini, sum Åsted Norge-sendingin gav teimum, vóru nóg áhugaverd til uppfylging.
Men, nú sigur løgreglan so, at tey hava áhuga í øllum tippum sum kunnu geva teimum upplýsingar, ið kunnu geva íkast til at lýsa málið. Gro Eriksen sigur, at hon eisini ynskir at snakka við løgregluna um vakmyndirnar av tveimum persónum við arbeiðsplássið hjá Tom Hagen, sum løgreglan hevur í varðveitslu.
Hesir persónar, sum áður hava verið umrøddir og eftirlýstir, men sum ongantíð hava givið seg til kennar, gingu skamt fram við arbeiðsplássinum hjá Tom Hagen tíðliga sama morgun, sum Anne-Elisabeth Hagen hugsandi hvarv úr heimi sínum.
Tey eru mong, sum undra seg yvir, at løgreglan ongantíð hevur eftirlýst reyða BMW-bilin, sum tvey vitni nú siga seg hava sæð í Ås - við skakaðari kvinnu á baksetrinum og tveimum monnum framman í bilinum. Kvinnurnar eru rættiliga sannførdar um, at tað var Anne-Elisabeth Hagen, tær sóu henda seinasta dag í oktober í 2018, tá ríkmanskonan hvarv.
##med2##