Talan er um ein altarkross, sum skiftandi myndir kunnu setast inn í, alt eftir kirkjuári, árstíðum og liturgiskum litum.
Tað er Birgit Jacobsen á Nesi sum eigur hugskotið til hesa altartalvuna, og sum Arni Højgaard á Toftum hevur smíðað og lagt úr hondum.
Hinvegin so eru tað barnagarðsbørn í Æðuvík sum hava litað og prýtt altartalvuna við hóskandi myndum. Alt hetta er gjørt undir kønari leiðslu og íblástri frá leiðara teirra, Káru Løkin.
Høvið verður at síggja og uppliva hesa nýggju altartalvuna við gudstænastuna í Æðuvík komandi sunnukvøld kl. 18.
Sb.
Eingin mynd