Í heyst bjóðar Miðnám á Kambsdali út akademiútbúgving innan vinnulívsrætt og samskifti í verki. Til ber at taka eina akademiútbúgving, stytt AÚ, á Kambsdali.Talan er um parttíðarlestur, sum er skipað sum kvøldskúli, og lesturin egnar seg tí væl teimum, sum ynskja at førleikamenna seg í verandi ella komandi starvi.
Akademiútbúgvingin er liðilig á tann hátt, at til ber at taka stakar lærugreinar ella eina samlaða útbúgving, ið fevnir um fimm lærugreinar og eina endaliga verkætlan.
Sum um nakað nýtt bjóðar skúlin lærugreinar á breytini samskifti og miðlan. Lærugreinarnar á hesi breytini venda sær serliga til fólk sum arbeiða við ella hava áhuga i samskifti og miðling (formidling) í breiðum týdningi.