Rolf Guttesen
21.01.03
?????????
Tann nationalistiska øsingin sum tók seg upp fyri 6-7 árum síðani, er vend til eina pessimistiska kúring og lúring, sum oftast fylgir einum innantómum upplopi. Á heimasíðuni hjá Unga Tjóðveldinum vóru í 2002 umleið 32 kjakinnlegg, men í 2003 vóru alt árið bert 2, sum mest snúðu seg um krav um nýggja nevnd.
Einki paradís í eygsjón
Unga fólkið, og onnur við, hava mist hugin og tíma ikki at hoyra meira oyrnagass um paradísið, sum skuldi blóma í 1000 ár.
Farandi samgonga hevur lítið og einki fingið av skafti. Er nakað stórmál at vísa á? Eg nøkur grundbroyting hend? Ikki so frægt sum eitt grundlógaruppskot, ella ein fólkakirkja, sum er yvirtikin.
Blokkurin farin
Tað størsta er kanska, at ein triðingur av blokkinum er farin. Summi fegnast og siga, at allur studningur ger skaða. Tað valdast. Verður peningur ella studningur brúktur við skili, kann hann gera stóra nyttu, eisini blokkurin. Ger hann skaða, so er tað av politiskum ódugnaskapi.
Onnur tosa um peningarenslið millum Føroyar og Danmark, og siga at allur peningur í síðsta enda legst í Danmark. Og teir halda tað vera eitt frálíkt politiskt argument. Nú er tað so, at peningur ikki "endar" á nøkrum stað, men nettup sirkulerar allatíðina.
Nógv hevur verid tosað gjøgnum árini um bygdamenning, økismenning. Nú er enntá ein heilur stovnur sum kannar økismenning. men aðrir og størri vandar eru fyri framman, en at fólkatalið ikki veksur í øllum útoyggjum.
Fiskivinnan í vanda
Eg keypti herfyri ein pakka av leysfrystum fiskaflaki í einum Kvikly-handli í Danmark. Góður, pent skorin, hvítur fiskur fyri 33 kr/kg. Made in China. Tilsvarandi vøra úr Danmark ella Føroyum kostar 70 til 90 kr/kg. Fer framtíðin at útkonkurrera føroyskan fisk? Hvussu nógv bein eru so eftir at standa á?
Alivinnan hevur tað ikki serliga gott, og haraftrat vísa kanningar, at alifiskur er fullur í skaðiligum stoffum. Hesi tíðindi fara helst ikki at fremja eftirspurningin. Hvussu við rækjuvinnuni, sum einaferð var hønan, sum varp gullegg. So er ikki longur.
Óstabilt, stórorðað stýri
Rumbul hevur verið í landsstýrinum alla tíðina. Óstabilitetur hevur verið eyðkennið. Landsstýrismenn og -kvinnur eru skiftir/-ar út sum ongantíð fyrr. Gomul lík í lastini eru komin undan kavi, embætisførslan hevur verið ólóglig, ella lóglig - og tað kann so eisini vera skeivt. Løgmaður og varaløggur hava ikki tosað saman í nøkrum konstruktivum "samgonguanda" í fleiri ár. Og so skuldu tað verið teir báðir, sum førdu fólki inn í 1000-ára full-veldið? Heldur hevur einaferð næstan verið statskupp, hinaferð løgmaður var á ferð í Englandi.
Nýggir møguleikar
Nýggj orð hoyrast í orðaskiftinum. Tað "góða samfelagið", hetta bendir á ein hugsunarhátt, sum hevur støði í samfelagnum, so sum tað er. Lat okkum á praktiskan hátt fara til arbeiðis og orðna problemini, so sum tey eru. Tann flokkur, sum kanska hevur gjøgnum-ført størstu sjálvrannsakan, er kanska sambandsflokkurin, sum nú hevur eitt "nýskipanar-uppskot" til at avloysa gomlu Heimastýris-lógina. Man ikki hetta kunna sameinast við "sjálv-stýrislógaruppskotið" hjá Javnaðarflokkinum.