Nýggir tónar í Føroya Banka

Føroya Banki er høvuðsstuðul hjá Asfalt. Bankin vil á hendan hátt vera við til at menna framfýsna føroyska tónleikalívið. Við 100 ára royndum er bankin yngri enn nakrantíð.

Í ár eru 100 ár liðin, síðan Føroya Banki fór undir sítt virksemi í einum lítlum húsum í Niels Finsensgøtu í Havn. Samstundis sum bankin fyllir runt, eru stórar broytingar framdar í bankanum. Nýggja leiðslan legði farna summar eina nýggja virkisætlan, sum hevði til endamáls at fáa bankan at vaksa. Hendan virkisætlan hevur longu borið ávøkst.


Føroya Banki hevur í mong ár veitt einstaklingum og bólkum í samfelagnum peningaligan stuðul. Bankin er høvuðsstuðul hjá føroyska fótbóltslandsliðnum og stuðlar eisini Lenu, Høgna Lisberg og fleiri øðrum tónlistarfólkum í teirra skapandi arbeiði. Við tí høvuðsendamáli at menna føroyskt tónleikalív er Føroya Banki eisini høvuðsstuðul hjá Asfalt.


Í sambandi við tiltakið hava bankin og Tórshavnar kommuna gjørt av, at setast skal á stovn ein grunnur, ið nevnist Asfalt-grunnurin. Fíggjarliga avlopið av tiltakinum fer í grunnin. Grunnurin skal virka fyri at fáa til vega nýtt spælistað í Havn og stuðla spennandi tónleikaátøkum. Føroya Banki, Tórshavnar kommuna og Mentón stjórna grunninum.


Tað er okkum ein stór gleði at vera við til at stuðla Asfalt. Føroyska tónleikalívið hevur tikið seg sera nógv fram seinnu árini. Vit eru í ferð við at fáa okkara egnu heimsstjørnur, og umráðandi er, at menningin av tónleikalívinum sleppur at halda fram. Við hesum stuðlinum vilja vit blása uppaftur meira lív í føroyskan tónleik, sigur Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka.