Gudrun er fødd í Íslandi, og búði har í 4 ár. Pápin var íslendingur, og mamman dani. Fyri 20 árum síðan gjørdist hon danskur ríkisborgari. Carl er dani, og var pápi hansara ein av fyrstu leiðarum í Frelsunarherinum í Føroyum, í 1927. So Carl gleðir seg at vitja Føroyar á fyrsta sinni, har pápin var sum ungur.
Gudrun var í Føroyum sum 1 1/2 ára gomul. Síðan hevur leiðin gingið víða um í heiminum. Tey hava bæði starvast í Danmark, Onglandi, Russlandi, Georgia, Ukraina og Moldova og áðrenn tey nú komu á okkara leiðir, hava tey verið leiðarar fyri Finland og Eystland.
Tað er áhugavert at lýða á teirra royndir handan jarntjaldið. Carl er frátikin visum og "persona non grata" - óynsktur í Russlandi. Grundgevingin er at hann er "Terrormistonktur" sum limur í terrorfelagsskapinum Frelsunarherinum, og hóttan móti ríkis tryggleika.
Tað er ikki lætt at arbeiða har vitanin um Frelsunarherin er so lítil, og við slíkum feil propaganda. Samstundis sum vit møta slíkum trupulleikum, spyrja myndugleikarnir eftir okkara tænastum. Einaferð høvdu vit býtt út bíbliur í einum býi, tá komu teir ortodoksu prestarnir og samlaðu allar bìbliurnar og gjørdu bál í gøtunum við teimum. Men tað verður gjørt eitt megnar arbeiði . Carl nevnir, at í Georgia geva 1500 Frelsunarher-limir 300 000 menniskjum mat hvøn einasta dag. Arbeiðið fyri gøtubørnum, heimleysum og brekaðum er sera umfatandi. Man leggur stóra orku í at uppgradera menniskja virði. Ì mong ár eru tey neyðstøddu avskrivaði sum menniskju.
Í Moldova er stórur vøkstur í arbeiðinun, ja man talar um stóra veking. Arbeiði spreiðir seg so skjótt at man ikki veitt hvussu nógvar frelsunarher-samkomur eru til eina hvørja tíð.
Gudrun er cand.theol og hevur verið blaðstjóri á Krigsråbet i mong ár. Hon er eisini við í International Docrine Council, sum er ráðgevandi nevnd hjá heimsleiðara Frelsunarhersins. Hevði eg ikki veri offiserur í Frelsunarherinun, hevði eg veri polittikari heldur Gudrun fyri við Krigsråbet. Vit eru bæði sera samfelagssáhugaði leggur hon afturat. Carl hevur verið næstleiðari í Danmarks Ekumeniske Fellesråd í nógv ár.
Vitjanin í Føroyum verður stutt hesaferð, bert 5 og 6 nov.. Almennir fundir verða sunnudagin 6. november í Havn.