Nýggir bátar bjóða av

5-mannafør gentur: Jallurin vann fyri fyrstu ferð í ár, og Firvaldur var næstfremst, meðan Drekin endaði á fjórða plássi

Tað var nýggjur vinnari í kappingini millum 5-mannaførini við gentum. Undanfarnu ferðirnar vann Drekin. Tað eydnaðist ikki so væl hjá Drekanum í dag, tí hann endaði á fjórða plássi.

Á Skálafjørðinum var Firvaldur av Tvøroyri fyrstur á mál, men tá varð hann kolldømdur og so vann Drekin fulla úrtøku.

Í dag var Firvaldur av álvara við aftur. Tær av Tvøroyri vóru í stórari kapping um sigurin við Jallin hjá Róðrarfelagnum Knørri.

Hesir báðir bátarnir róðu ikki borð um borð, so tað var torført at síggja, hvussu stórur munurin var. Hann vísti seg at vera lítil, men tað var eingin ivi um, at Jallurin var fyrstur um málið, og at Firvaldur var nummar tvey.

Fípan Fagra var nummar trý og harvið frammanfyri Drekan, sum kortini framvegis er fremstur í FM kappingini.

1 Jallurin 54141

2 Firvaldur 54227

3 Fípan Fagra  54411

4 Drekin

5 Teistin

6 Frúgvin

7 Spógvin