Bussarnir eru av merkinum SOR og eru framleiddir í Kekkia við Iveco motori og teknikki. Teir hava hægstu umhvørvisgóðkenning og eru styttri enn teir verandi býbussarnir og harvið smidligari til býkoyring.
Talan er um rúmligar bussar við 60 siti- og standiplássum. Teir eru gjørdir soleiðis, at lætt er at koma inn og út, eisini við barnavogni og hjá fólki í koyristóli.
Hóast bussarnir eru eitt sindur styttri enn teir núverandi, er tað eingin trupulleiki, tí tá spíðsbelastningurin er um morgunin og um eftirmiddagin, er nýggja rutan løgd soleiðis til rættis,
at tá koma tveir bussar hvør eftir annan, soleiðis at um pláss ikki er í tí fyrra, er pláss í tí seinna.
Nýggju bussarnir eru tekniskt framkomnir við innbygdum trygdarskipanum sum t.d. ABS bremsum við EBS-bremsuskipan við ESC-funktión. Teir hava automatisk gear, og Iveco motorarnir við 265 hk lúka strongu Euro5 krøvini til CO2-útlát
Tað eru Gundurs Bussar saman við HZ-Bussum og Jón Thomasen, sum síðan 1. apríl hava rikið Bussleiðina í Tórshavnar Kommunu.
mg
Myndatekstir:
Jákup Egholm Hansen, tekniskur stjóri hjá Tórshavnar kommunu, Jóannes S. Jensen, leiðari á Plan- og rakstrardeildini hjá Tórshavnar kommunu, og Gundur Johanneson busseigari
Mynd: Jens Kristian Vang