Fiskivinna
Í dag fer Anfinn Olsen, reiðari, til Danmarkar at rigga til heimferðina hjá línubátinum, sum P/F Regn á Toftum hevur keypt úr Íslandi.
Skipið er upprunaligt bygt til norðmenn í 1988, men hevur eisini verið heimahoyrandi í Íslandi.
Navnið á ?nýggja? línubátinum hjá toftamonnum verður Stapin, og hann kemur inn í fiskiskipaflotan fyri gamla Stapan, sum tá einki fiskiloyvi hevur.
Hvat verður av Stapanum, er ikki greitt enn, men fær P/F Regn eitt hóskandi boð, verður hann væntandi seldur.
Spurdur, hvussu gongdin hevur verið hjá gamla Stapanum seinnu árini, sigur Anfinn, at hon hevur verið á góðari leið.
- Við nýggja Stapanum fáa vit eitt heldur størri, nýggjari og væntandi betri skip,
sigur reiðarin.
Nýggi Stapin liggur í Skagen og kemur væntandi til Føroya um einar 3-4 vikur. Við skipinum verða 12-14 mans.
Skipari verður framhaldandi Brandur Højgaard, sum byrjaði rættiliga ungur at føra skip.