Nú er ein góð vika síðani, at nýggi Smyril kom til landið, og føroyingar flest hava havt høvi at sæð stásiliga skipið. Lítið er at ivast í, at serliga suðuroyingar í spenningi hava glett seg til dagin í dag, tí nú ber til hjá teimum at vita, hvussu skipið roynist í sjónum.
Tann gamli takkar fyri seg
Samstundis sum at nýggi Smyril fer í regluliga sigling, takkar gamli Smyril fyri seg. Smyril 1, sum hann nú eitur, hevur verið í føroyska flotanum síðani 1975, so hann má sigast at hava tænt fyri seg eftir 30 ára trúgva tænastu. Seinasti túrurin hjá Smyril 1 verður av Drelnesi klokkan hálvgum fýra í dag, og ivaleyst fara nógvir suðuroyingar at siga honum farvæl.
Nýggi Smyril hevur um vikuskiftið verið bæði í Eysturoynni og í Norðoyggjum, so nú hava føroyingar flest havt høvi at síggja hetta nýggja og stásliga far.
Í sambandi við at nýggi Smyril fer fyrsta túrin, fer rullandi redaktiónin hjá Sosialinum við, og stór frásøgn verður frá túrinum í komandi blað.










