Suðuroyarsiglingin
Í heyst ver verulig gongd at koma á málið um at byggja nýtt suðuroyarskip ístaðin fyri Smyril.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur, at gongst sum ætlað, verða fyrireikingarnar lidnar í ár, so at sjálv byggingin kann byrja komandi ár.
Í ár eru 30 milliónir settar av til nýggja suðuroyarskipið, men tær verða ikki brúktar.
Hinvegin sigur Bjarni Djurholm, at tað skal nógvur peningur setast av til ætlanina tey komandu árini.
Næsta ár væntar hann, at minst 100 milliónir skulu setast av til ætlanina.
Hann sigur, at metingarnar vísa, at nýggja suðuroyarskipið kostar góðar 300 milliónir at byggja. Men fyribils hevur Løgtingið játtað 240 milliónir til ætlanina.
? Sostatt verður neyðugt at fara í Løgtingið einaferð afturat við málinum. Tað verður gjørt við eini verklagslóg (anlægslov), sum verður lagt fyri tingið í heyst.
Sostatt kann væntast, at sjálv byggingin kann byrja tíðliga næsta ár.
Eisini nýggj havn
Bjarni Djurholm sigur, at samstundis, sum nýtt suðuroyarskip verður bygt, verður tað eisini neyðugt at gera nýggja samferðsluhavn í Suðuroy.
?Nýggja skipið er ov stórt til at tað kann liggja í Havnini, sum er. Og tað má metast at vera óráð at byggja nýtt skip, uttan at tað kann liggja trygt í suðuroynni, eisini tá ið veðrið er vánaligt. Tí skal spurningurin um samferðsluhavnina loysast samstundis, sum skipið verður bygt, so at havnin eisini er liðug, tá ið skipið er liðugt.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur biðið Landsverkfrøðingin fyrireika arbeiðið at byggja samferðsluhavnina á Trongisvágsfirði út.
BjarniDjurholm sigur, at tað, sum liggur í kortunum, er, at antin verður havnin, sum er á Drelnesi, bygt út, ella verður nýggj havn bygt eystanfyri havnina, sum nú er.
?Hetta er eitt arbeiði, sum fer at kosta 50-75 milliónir, alt eftir, hvør loysn verður vald. Men okkara uppskot er, at farið verður undir arbeiðið næsta ár, tí tað er neyðugt, at tað er liðugt, tá ið skipið liðugt.