Í dag var ein sera spennandi dagur hjá børnum og lærarum í Hósvíkar Skúla. Seinastu mongu árini hevur verið heldur trongligt í gamla skúlanum í Hósvík, og tískil hevur verið neyðugt við fleiri hølum. Seinastu tvey árini hevur Hósvíkar Skúli leigað loftið á Bygdarhúsinum í Hósvík til skúlastovu, til tess at kunna nøkta tørvin.
Seinasta árið hevur arbeiðið verið í gongd við at byggja nýggja skúlan, og nú er hann so liðugur, og í dag er fyrsti dagur hjá børnum og lærarum í nýggja bygninginum.
Rúmligur skúli
Nýggi bygningurin hjá Hósvíkar skúla er nú liðugur, og børnini og lærararnir eru flutt niðan í nýggja bygningin, meðan gamli bygningurin verður umbygdur og umvældur og nýggj millumgongd verður bygd.
Í nýggja bygninginum eru tríggjar stórar skúlastovur, umframt eina nýggja lærarastovu, kontór og aðrar hentleikar. Samlaði kostnaðurin á íløguni, tá gamli bygningurin er liðugur, verður umleið 10 milliónir.
Sostatt kemur Hósvíkar Skúli nú at hava tríggjar skúlastovur eyka, umframt tær, sum verða í gamla bygninginum.
Bar ikki til uttan samanlegging
Tá Hósvíkar Kommuna varð løgd saman við hinum kommununum í Sundalagnum til Sunda Kommunu, vóru tað fleiri, sum óttaðust fyri at Hósvík skuldi gerast ein útjaðari í økinum, og at einki fór at henda í Hósvík, tá kommunurnar vóru lagdar saman. Men hesi fáa nú sjón fyri søgn. Longu fýra ár eftir at kommunurnar vóru lagdar saman, stendur nýggjur skúli fyri 10 milliónir í bygdini, umframt at nýggjur sparkivøllur er gjørdur á økinum, har ein grúsvøllur var áðrenn.
- Henda íløgan hevði helst ikki borið til so skjótt, um Hósvíkar Kommuna skuldi tikið sær av henni einsamøll, og hetta er nemliga ein av fyrimununum við at kommunur leggja saman, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda Kommunu.
Gamli bygningurin væntast at verða liðugt umvældur stutt eftir heystferiuna, og tá verður Hósvíkar Skúli, í sínum nýggja líki, saman við sparkivøllinum, sum eisini er ein partur av samlaða økinum, tikin alment í nýtslu.