Ætlanini hevur allatíðina verið at endurskoða útgávuna. Nú verður farið undir arbeiði, ið ætlast av vera liðugt um gott ár. Tað er forlagið Bókin hjá Føroyska Bíbliufelagnum, sum stendur fyri arbeiðnum. Tá ið endurskoðanin er liðug, er eisini ætlanin at útgeva Nýggja Sáttmálan sum app.
Ein bólkur er settur at endurskoða Nýggja Sáttmálan, men alt Føroya fólk fær nú møguleika at taka lut. Eitt talgilt skjal er gjørd, har øll kunna koma við viðmerkingum. Skjalið er á heimasíðuni biblia.fo
Í skjalinum er gjørligt at gera viðmerking til útgávuna sum heild, ella vísa til kapittul og vers, og møguligt er at gera fleiri viðmerkingar. Freistin at lata inn viðmerkingar, er 31. august 2019.