Mentanargrunnur Landsins er komin ístaðin fyri Mentunargrunn Føroya Løgtings, sum nú er avtikin. Landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum hevur tilnevnt nýstovnaða grunninum fimm nýggjar nevndarlimir Teir føstu limirnir eru Rói Paturson, sum er formaður, næstformaður er Hanus undir Leitinum, meðan Urd Johannesen, Kirsten Brix og Eyðun Johannessen eru vanligir limir.
Eftir gomlu kunngerðini vórðu tríggir limir valdir av Løgtinginum, ein av Landsstýrinum og ein varð valdur av Listafólkasambandi Føroya, men nú verða allir valdir av landsstýrismanninum.
Varalimirnir í nýggju nevndini eru Marianna Debes Dahl, Brandur Øssurson, Elin Súsanna Jacobsen, Marjun Berg og Birgir Kruse.
Býta út í næstu viku
Fundurin týsdagin var bara ein óformligur fundur, har nevndin umframt varalimirnir vórðu savnað. Eingin stór avgerð varð tikin á hesum fundi, men nøkur smáting skuldu fáast uppá pláss, áðrenn farast kann til verka av álvara.
Tey arbeiða undir eini nýggjari kunngerð, sum varð kunngjørd 21. september í ár og varð sett í gildi dagin eftir. Nevndin er eisini nýggj og skal leggja seg til rættis fyrst.
Til fundin í næstu viku eru 26 umsóknir komnar nevndini í hendi, og tá verður avgjørt, hvørjar umsóknir verða gingnar á møti, og hvørjar verða lagdar til viks. Paulivar Andreasen, sum hevur verið skrivari í nevndini í fleiri ár, sigur, at vanligt er, at eini 10-15% av umsóknunum fáa avslag, meðan øll restin fær pening játtaðan.
Eftir nýggju kunngerðini skal ein tíðarfreist fyri umsóknir setast. Henda tíðarfreist er ikki lýst enn, men hetta verður tikið upp á næsta fundinum týsdagin.
Fyrr varð arbeitt soleiðis, at nevndin hevði seks fundir um árið, og tá varð støða tikin til tær umsóknir, sum vórðu komnar inn síðan seinast fund. Paulivar Andreasen sigur, at í fjør komu 240 umsóknir inn, og tað eru 40 til hvønn fundin.
Játtanin í ár hevur verið 2,5 milliónir krónur, og hon hevur verið spakuliga vaksandi seinastu árini. Í kreppuárunum varð skorin ein hálv millión av.
Peningur verður játtaður Mentanargrunni Landsins á fíggjarløgtingslógini. Nevndin umsitur sjálvstøðugt játtanina og aðrar inntøkur, og ger sjálv av, hvussu nógvar starvslønir verða latnar um árið.
Hann heldur ikki, at arbeiðsgongdin má broytast nógv, nú nýggj kunngerð er sett í gildi. Paulivar hevur avgreiðsluna um hendi, og hon verður nakað tann sama sum áður, men tó eru nakrar broytingar.
Skulu menna mentanarlívið
Nevndin kann játta listafólkum starvsløn upp til trý ár. Eisini kunnu tvær starvslønir verða latnar, sum eru galdandi í eitt ár. Til ber eisini hjá nevndini at lata starvslønir niður í ein mánað. Ein starvsløn svarar til eina læraraløn í fólkaskúlanum á lønarstigi 21, stig 1.
Eftir gomlu kunngerðini kundi nevndin ikki lata starvsløn í meira enn tveir mánaðir, men um serligar umstøður talaður fyri tí, kundi starvslønin verða galdandi í fýra mánaðir. Eftir nýggju kunngerðini hevur nevndin sostatt fingið víðari ræsur at lata listafólki stuðul.
Paragraf 4 í nýggju kunngerðini sigur, at "endamálið við starvslønunum er at geva listafólkum og øðrum, ið takast við mentanarligt virksemi arbeiðsnáðir í eitt ávíst tíðarskeið at starvast burturav við listarligum ella øðrum mentanarligum arbeiði".
Umframt starvslønir kann grunnurin eisini stuðla bóka- og fløguútgávum, men hægst 30% av útgávukostnaðinum.
Nevndin kann lata íverksetanarstuðul, sum serliga er ætlaður ungum listafólkum, og stuðul til ymiskar verkætlanir.
Allar umsóknirnar skulu lúka ávísar treytir, ið settar verða, og tey, sum fáa stuðul, skulu lata nevndini roknskap og fráfreiðing, tá tiltakið er av.










