Nýggi frisørskúlin

Tann Føroyski Hárfríðkanarskúlin hevur nú tríggjar mánaðir á baki, og leiðarin fyri skúlan, Oddvør Jacobsen, er væl nøgd higartil. Endamálið við skúlanum er at stytta lærutíðina, har lærlingar sleppa undan óneyðugum lærugreinum og "spilltíð", sum tikið verður til

Tað ber til at læra til hárfríðkara uppá tvey ár ístaðin fyri fýra, sum vanliga útbúgvingin tekur nú.

Henda møguleikan gevur nýggi hárfríðkanarskúlin hjá Oddvør Jacobsen. Hon hevur lagt seg eftir at geva ungum fólki tann møguleikan, tí hon metir, at vanliga útbúgvingin tekur óneyðuga langa tíð.

- Tað er ikki neyðugt við eini 4-ára útbúgving til at gerast hárfríðkari. Í hesi útbúgvingini sleppa lærlingarnir undan at vaska hár og sópa gólv í eitt ár, men fara beinanvegin undir at klippa.

- Á okkara skúla hava vit valt at sleppa nøkrum av teimum lærugreinunum, sum lærlingurin ikki ikki fær brúk fyri á hárfríðkanarstovuni. Undirvísingin er annars tann sama í hinum lærugreinunum, sigur Oddvør Jacobsen.

Undirvíst verður ikki í virkisbúskapi, samfelagsfrøði, húð- og andlitsviðgerð og vallærugreinum. Vanligir lærlingar, sum fara á Tekniska skúla at hava hesar lærugreinar, skulu sita á skúlabeinki í eini 500 tímar.

- Dentur verður lagdur á at hava lærugreinar, sum hava beinleiðis samband við sjálvt arbeiðið sum hárfríðkari, sigur Oddvør.

- Tað er bara í Føroyum og Danmark, at tað tekur fýra ár at læra til hárfríðkara, og tað er ov lang tíð hjá ungum fólki. Í Noregi tekur tað bara tvey ár.


Ikki góðtikin útbúgving

Undirvísingar- og Mentamálastýrið góðtekur ikki útbúgvingina, tí má skúlin klára seg uttan stuðul haðani, men tað væntaði Oddvør frammanundan.

- Slíkar útbúgvingar finnast í øllum øðrum londum kring okkum, og eg havi havt ætlanir um at fara undir ein slíkan skúla fleiri ferðir, sigur Oddvør.

Í Danmark kom fyrsti skúlin av hesum slag 1. maj í ár, og nú eru tríggir slíkir skúlar niðri. Í Danmark tekur útbúgvingin eitt ár, men í Føroyum er tíðin sett til tvey ár.

- Tað er eingin ivi um, at hetta er framtíðin innan hárfríðkanaryrki, tí tað eigur ikki at taka so langa tíð at gerast hárfríðkari.

- Tað loysir seg eisini betur hjá lærlingunum, tí við hesum fært tú fulla løn tvey ár longri.

Oddvør metir ikki, at tað verður nakar trupulleiki hjá teimum, sum verða útlærd hjá henni, at fáa arbeiði eftur lokna útbúgving.

- Um ein dugir kynstrið at klippa, so er eingin forðing fyri at fáa arbeiði sum hárfríðkari.


Skjótari er betri

Tann Føroyski Hárfríðkanarskúlin hevur í løtuni tveir lærlingar. Annar er 23 ára gamla Marin Johannessen úr Havn, sum eigur tvey børn, og hon helt tí, at tað var betri at taka læra til hárfríðkara uppá tvey ár ístaðinfyri fýra.

- Tað er skjótari hjá mær at sleppa ígjøgnum hesa útbúgvingina, og hon hóskar betur til mín. Tað er torført at sleppa inn aðrastaðni við tveimum børnum, og eg helt, at hetta er minst líka gott, sigur Marin.

Marin heldur, at einasti munur millum hana og aðrar lærlingar er, at teir fáa eitt sveinaprógv.

- Tað týdningarmiklasta er, at man dugir at klippa, tá lærutíðin er av.

Lærlingarnir skulu hava minst fýra model um dagin, sum tey kunnu venja seg á, men tað er eingin trupulleiki hjá Marin at fáa tey til vega, tí hon hevur havt plakatir hangandi runt í býnum um at fáa model. At byrja við klipti hon modellunum fyri einki, men nú tekur hon hálvan prís.