Tað stendur ikki væl til í Fuglafirði í løtuni.
Átaksleiðarin hjá Fuglafjarðar Sløkkiliði, Johan Clementsen, sigur við In.fo beint nú, at nýggi bygningurin hjá Vónini, sum stendur heilt úti á havnalagnum í Fuglafirði, er farin at ríva.
- Her úti er kolandi stormur av suðri, og tað er ikki nógv, vit kunnu gera í løtuni. Nógvar plátur í bygninginum eru loysnaðar. Vit hava roynt at seta onkra bingju fyri, men vit vita ikki, hvussu hetta fer at taka seg út.
Johan Clementsen sigur, at nógvir mans hjá Fuglafjarðar Sløkkiliði eru í sving, men soleiðis, sum veðrið háttar sær í løtuni, er ógvuliga avmarkað, hvat gerast kann.
Sum skilst á átaksleiðaranum, er talan um plátur, sum eru einar 10 metrar langar, sum í storminum ríva av niðaru síðu á nýggja bygninginum hjá Vónini heilt har úti á havnalagnum í Fuglafirði.
- Hetta sær avgjørt ikki væl út í løtuni, sigur átaksleiðarin hjá Fuglafjarðar Sløkkiliði, Johan Clementsen, við In.fo.